- Eg havi fylgt hesari sakini síðani 2014, so úrslitið undrar meg ikki, sigur Arnfinn á Birtuni, sum fegnast um úrslitið av veljarakanningini, sum varð kunngjørd í morgun.
Úrslitið av kanningi var, at Framtakið fyri Rættinum at velja Kannabis hevði fingið ein tingmann og hevði verðið tungan á vágskálini í tinginum í dag, tá hvørki samgonga ella andstøða megna at fáa meiriluta.
Kanningin, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, sigur eisini, at stórur meiriluti av Føroyingum tekur undir við medisinskum kannabisi.
- Hendan sakin hevur havt vind í seglinum í langa tíð. Fólk hava vent sær til okkum, tí hettar er eitt tabuevni. Vit fóru í gongd, tí vit vistu at fólkið vildu hava hettar, sigur Arnfinn á Birtuni.
Avkriminalisering men ikki legalisering
Um veljarakanningin í dag gjørdist úrslitið av løgtingsvalinum, kundi Framtakið sett krøv til bæði andstøðu og samgongu fyri at skipa samgongu, um so var at líknandi samgonga varð skipað. Framtakið hevur arbeitt fyri medisinskum kannabisi men Arnfinn á Birtuni heldur ikki at tíðin er búgvin til legalisering av kannabisi.
- Vit halda ikki kjakið er búgvið til frítt kannabis. Nógvir spurningar skulu svarast áðrenn frítt hassj kann gerðast loyvt, sigur valevnið hjá Framtakinum. Men hann sigur at arbeitt hevði heldur verðið við einari avkriminalisering av kannabisi.
- Ein fundur við fútan, har Løgtingið krevur at løgreglan steðgar við at forfylgja hampafólki, kundi broytt nógv, sigur Arnfinn. Hann greiðir frá, at eftir at medisinskt kannabis verður loyvt er ringt at handtaka fólk, tí kannabis er tá medisin.
Arnfinn á Birtuni heldur eisini, at Føroyar fara at vera undir trýsti frá Danmark, tí hann metur at ein avkriminalisering av kannabisi verður galdandi niðri eftir valið.
500 fólk svaraðu kanningini, ið varð gjørd av Spyr.fo sunnudagin 24. februar 2019. Spyr.fo hevur umleið 5000 fólk í svarpanelinum og tey spurdu verða tilvildarliga vald út, so býtið samsvarar við fólkið í mun til kyn, aldur og geografi. Úrslitini eru vigað í mun til, hvat fólk valdu til løgtingsvalið 2015.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald