- Um vit seta øll segl inn, fáa vit eitt gott val, sigur Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum.
Veljarakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Portalin, vísir, at Fólkaflokkurin hevði verði stórsti flokkurin við 25,2 prosent av atkvøðunum, um val var í dag. Tað er nakað minni enn á seinastu veljarakanningi, tá flokkurin fekk 27,1 prosent av atkvøðunum. Jørgen Niclasen heldur ikki at afturgongdin í mun til tað seinastu veljarakanningina skal takast í ov stórum álvara, tí óvissan er ov stór til tað.
- Vit fara eftir at fáa minst átta tingfólk til næsta val, og tað fáa vit eisini eftir hesi veljarakanningini, sigur hann.
Greiðasti andstøðuflokkurin
- Úrslitið vísir at vit hava verið tann greiðasti andstøðuflokkurin. Tað er tað onki at taka feil av, sigur Jørgen Niclasen, sum eisini váttar at flokkurin er farin í gongd við at gera eina valskrá.
- Enn er valskráin ikki liðug, men tað er greitt at vit vilja avtaka uppboðsøluna, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum, sum eisini sigur, at tey etisku virðini hava nógv at siga.
- Vit vilja verja samfelagið ímóti tí skeiklaðu familjumyndini, sum er við at koma, sigur hann, og sipar til eitt tilmæli í ársins frágreiðing frá Norðurlandaráðnum um, at sambandið hjá samkyndum pørum og møgulleikin hjá teimum at stovna familju skal viðurkennast.
Hann vísir eisini á at sama frágreiðing sigur, at rætting av kyni skal verða grunda á hvat kyn ein følur seg sum.
Hann vil tó enn onki siga um, hvørt Fólkaflokkurin fer at avtaka rættin hjá samkyndum at giftast, tí valskráin ikki er liðug enn.
- Men vit vilja eisini verja okkum ímóti tí stóru innflyting av fólki, sum grannalondini hjá okkum hava upplivað. Svøríki er sjálvandi ræðumyndin, sigur formaðurin í Fólkaflokkinum at enda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald