Innanlands

Veljarakanningar: - Eitt sindur av hepni skal til

Spyr.fo fegnast um, at teirra kanningarháttur vísir seg at rigga fult so gott sum aðrir

Allan Dalsgarð

Allan Dalsgarð

2019-06-06 13:14 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

- Vit royna altíð at gera tað so gott, vit kunnu, fyri at sleppa undan øðrum skeivleikum, enn statistisku óvissuni. Tí allar spurnarkanningar og veljarakanningar hava statistiska óvissu, sum vit ikki sleppa undan.

Soleiðis sigur Allan Dalsgarð stovnari og eigari av spyr.fo, sum seinastu tíðina hevur gjørt eina røð av veljarakanningum fyri Portalin, har spurt millum annað hevur verið um, hvat fólk fóru at velja til bæði fólkatings- og løgtingsval.

Ein sammeting av seinastu veljarakanningunum og sjálvt avlúrslitið vísir, at tað vóru kanningarnar hjá Spyr.fo, sum komu at liggjast nærmast veruliga úrslitinum, tá samanum kom.

Les: Spyr.fo og Portalurin raktu minst skeivt 

- Veljarakanningar snúgva seg bæði um dugnaskap og hepni. Um ein kanning rakar plett kann tað vera meira hepni enn dugnaskapur, og rakar hon langt við síðuna av, kann tað vera ábending um, at mann ikki hevur gjørt alt nóg gott.

- Spyr.fo fegnast sjálvandi um, at okkara úrslit lógu tættast upp á endaliga valúrslitið, og at okkara kanningarháttur vísir seg at rigga fult so væl sum aðrir kanningarhættir, sigur Allan Dalsgarð.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder