Í dag eru akkurát fýra vikur til amerikanska valið 3. november.
Útfrá veljarakanningum verður tað sitandi forsetin, Donald Trump og republikanski flokkurin, sum gerast stóru tapararnir.
Í løtuni sær tað nevniliga út til, at demokratiski flokkurin bæði fær tikið Hvítu Húsini og meirilutan í Senatinum, umframt at hann varðveitir sín meiriluta í Kongressini.
Orsøkirnar til hetta kunnu vera orðaskiftið millum Trump og Biden í farnu viku, og tað at Trump tríggjar dagar seinni fekk staðfest korona.
Sí eisini: Video: Keglið millum Trump og Biden
Kanning: Biden kláraði seg best í orðaskiftinum
Sambært Donald Trump er talan tó um "falskar veljarakanningar" frá "følskum tíðindamiðlum".
Ein veljarakanning hjá CNN vísir, at 63 prosent av veljarunum halda, at Trump hevur verið ábyrgdarleysur, meðan hann sjálvur hevur verið sjúkur við korona. 33 prosent halda tó, at hann hevur víst ábyrgd.
Í einari røð av veljarakanningum frá miðlinum RealClearPolitics, er Biden í miðal 8,5 prosent frammanfyri Trump. Veljarakanningar hjá Washington Post og Wall Street Journal vístu um vikuskiftið, at Trump lá 14 prosent aftanfyri.
Netmiðilin FiveThirtyEight heldur tað vera 81 prosent sikkurt, at Joe Biden gerst forseti í USA.
Sambært Ritzau stendur Biden til at vinna statir sum Wisconsin, Michigan og Pennsylvania, sum Trump vann í 2016. Eisini gongst væl hjá honum í konservativum statum sum Georgia, Texas og Arizona, og í løtuni liggur hann fremst í Florida.
Men eitt er veljarakanningar, og eingin veit, hvat fer at henda 3. november.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald