Tað kemur sjáldan fyri, at veljarakanningarnar, sum verða gjørdar undan einum vali, halda 100 prosent.
Men kanningin, sum Lóður gjørdi fyri Kringvarpið, og varð kunngjørd mánadagin, eydnaðist heilt væl, tí hon hevði eitt tingmannabýti, sum vísti seg at halda 100 prosent.
Sama dag høvdu vit her á Portalinum/FM1 eina kanning, sum Spyr.fo gjørdi sunnukvøldið.
Les: Fólkaflokkurin missir undirtøku, men framvegis størstur
Hendan kanningin rakti ikki eins rætt, tí her varð ikki roknað við, at Sjálvstýri megnaði at náa upp um tinggáttina hesaferð. Harafturat vísti metingin fyri hvat Miðflokkurin fór at fáa, seg ikki at halda.
(Mynd: Jens Kr. Vang)
Allan Dalsgarð, stjóri á Spyr.fo er tó nøgdur við at kanningin helt so mikið væl.
- Tað er altíð ein óvissa, og í okkara kanning var tað einans úrslitið fyri Miðflokkin, sum ikki var innan fyri óvissuna, staðfestir Allan Dalsgarð, samstundis sum hann iðrar seg yvir, at júst hetta gjørdi at Sjálvstýri ikki fekk mannin í okkara kanning.
Men tað manglaði lítið í hjá Sjálvstýri, tí í Lóður-kanningini fekk flokkurin 0,1 prosentstig meira, og tað útloysti ein tingsess til henda flokkin.
Tá frávikið fyri allar flokkarnar verður lagt saman, gjørdist frávikið hjá Spyr.fo 6,44 prosentstig tilsamans, og tað verður mett sum væl og virðiliga góðtikið.
Frávikið í Lóður-kanningini var 6,1 prosentstig.
Allan Dalsgarð staðfestir, at hesar báðar kanningarnar hervið prógva hvørja aðra, tí báðar kanningarfyritøkurnar raktu rættiliga væl.
Einasti munur er, at Spyr.fo ikki fær fatur á eins nógvum veljarum, sum ikki hava tikið støðu, og serliga ikki fara á val.
Og hetta er heilt nátúrligt, tí tey, ið svara hjá Spyr.fo eru veljarar, ið sjálvir hava biðið um at vera við í slíkum kanningum, og tá fær mann ikki fatur á veljarum, sum als ikki hava áhuga í politikki. Tað fær Lóður hinvegin, tá tey ringja til tilvildarlig fólk. Men tað vísir tó ikki at annar kanningarmátin er nógv betur enn hin, sigur Allan Dalsgarð.
| Spyr.fo 22 mars | Valið 26. mars | Frávik |
Fólkaflokkurin | 26,6 | 26,7 | 0,08% |
Sambandsflokkurin | 21,1 | 21,5 | 0,43% |
Javnaðarflokkurin | 17,4 | 18,9 | 1,48% |
Sjálvstýri | 3,0 | 3,6 | 0,62% |
Tjóðveldi | 18,5 | 17,4 | 1,10% |
Framsókn | 6,0 | 6,6 | 0,61% |
Miðflokkurin | 7,4 | 5,3 | 2,12% |
6,44% |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald