Í øllum kategorium uttan einari er ikki tann stóri munurin á, hvussu veljarin metir evnini hjá teimum sjey formonnunum í flokkunum á Løgtingi.
Veljararnir í kanningini hjá Spyr.fo vórðu bidnir um at geva floksformonnunum karakter millum 0 og 5, og bæði í spurninginum um trúðvirði, samskifti og evnini atleiða flokkin, er munurin millum besta og versta karakter minni enn eitt.
Í spurninginum um evnini at verða ella gerast løgmaður, er støðan ein heilt onnur.
Aksel V. Johannessen hevur, sum vera mann, tann fyri munin, at hann er sitandi løgmaður, og einasti av teimum sjey, sum hevur roynt at sitið í løgmansstólinum.
Hann fær tí eisini nógv besta miðalkarakter í hesi kategoriini, 3,12, meðan hinir liggja væl undir.
Jenis dumpar
Bárður á Steig Nielsen verður mettur næstbest egnaður sum løgmaður við karakterinum 2,66, sum er nakað oman fyri miðalkarakterin 2,5.
Hinir fimm floksformenninir fáa undir miðal í karakteri. Poul Michelsen og Høgni Hoydal liggja javnir við ávikavist 2,39 og 2,38 og Jógvan Skorheim og Jørgen Niclasen, báðir við 2,26. Heilt galið er hjá Jenisi av Rana. Hann fær bert 1,90, sum er nógv tann lægsti miðalkarakterurin, sum er givin í kanningini.
Felags fyri spurningin um løgmann er eisini, at karakterirnir her fyri allar liggja munandi lægri enn karakterirnir í hinum bólkunum.
Les eisini: Aksel hevur trúvirði – Jørgen dugir at samskifta
Á grafikkinum herundir ber til at síggja hvar formenninir hava fingið í hvørjari kategori í mun til hvønn annan. Til ber til at blaða millum ’trúvirði’, ’samskifti’, ’floksleiðari’ og ’løgmansevni’.
Eisini er gjørd ein sammeting millum løgmansevnini Aksel V. Johannessen og Jørgen Niclasen.
Her sæst, at hóast Jørgen Niclasen fær betri enn Aksel V. Johannessen í ’samskifti’ og ’floksleiðari’, so er munurin somikið lítil, at tað ikki uppvigar stóru leiðsluna, sum Aksel hevur í ’trúvirði’ og ’løgmansevni’.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald