Innanlands

Vendi undan seyði og útav vegnum

Bilurin fór fyri skeytið

Tilvildarlig mynd

Tilvildarlig mynd

2018-12-21 09:25 Author image
Ari av Rana
placeholder

Beint fyri klokkan átta í morgun fekk løgreglan fráboðan úr Kvívík, um at ein bilur var koyrdur av vegnum.

Tað var bilførarin sjálvur sum ringdi til løgregluna og segði, at hann hevði koyrt av vegnum omanfyri bygdina. Bilførarin forkláraði, at ein seyður var á vegnum, og at hann tí royndi at vendan undan seyðinum. Tíverri misti hann tamarhald á bilinum og endaði í veitini í ovara borði.

Bilførarin fekk ongan skaða í óhappinum, men eldri bilurin hann koyrdi fór so illa, at hesin varð koyrdur burtur.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder