Innanlands

"Verandi samanseting av Búskaparráðnum" orsøk til, at Sverri Hansen tekur seg úr

Kringvarpið hevur fingið innlit í teldupostin, har Sverri Hansen boðar frá, at hann tekur seg úr Búskaparráðnum

Sverri Hansen (Savnsmynd, Sverri Egholm)

Sverri Hansen (Savnsmynd, Sverri Egholm)

2018-10-19 14:06 Author image
Oda Strøm
placeholder

Kringvarpið hevur nú fingið innlit í teldupostin, har fyrrverandi formaðurin í Búskaparráðnum, Sverri Hansen, boðar frá, at hann tekur seg úr ráðnum. 

Og tað er sum skilst verandi samanseting í ráðnum, sum er atvold til, at Sverri Hansen ikki longur ynskir at vera partur av ráðnum. 

Í teldupostinum til Fíggjarmálaráðið skrivar Sverri Hansen soleiðis sambært Kringvarpinum:

- Undirritaði hevur verið formaður í Búskaparráðnum síðani tíðliga í 2013 og verið við at skrivað 11 búskaparfrágreiðingar.

- Við verandi samanseting av Búskaparráðnum ynski eg at siga meg úr Búskaparráðnum.

Tað var í gjárkvøldið, at tað kom fram, at Sverri Hansen segði seg úr ráðnum. Við vp.fo segði hann, at ráðið hevur eina týdningarmikla uppgávu, og at hann heldur, at hon skal røkjast av royndum fólkum.

Sverri Hansen hevur verið formaður síðani 2013, og hevði annars tvey ár eftir sum formaður.

Hinir limirnir í Búskaparráðnum eru Djóni Højgaard og Ester Hansen. Ester Hansen hevur verið í Búskaparráðnum síðani januar 2017, og Djóni Højgaard hevur verið limur í Búskaparráðnum síðani 1. februar í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder