Ferðafólkatalið fyrstu fimm mánaðirnar í ár var beint omanfyri 147.000 og er hetta eitt hægri tall enn fyri fyrstu fimm mánaðirnar í metárinum 2019.
Hetta vísa tøl hjá Vága Floghavn, sum Kringvarpið hevur fingið og skrivað um í dag.
Ferðafólkatalið á flogvøllinum fram til 1. juni var 2,5 prosent størri í ár, enn tað var í 2019. Tá vóru 143.356 ferðafólk. Tey vóru 147.009 í tali frá januar til og við mai í ár.
Regin I. Jakobsen sigur í hesum sambandi, at tey vænta, at 2023 verður eitt metár. Sambært stjóranum í Vága Floghavn verða væntandi umleið 440.000 ferðafólk um flogvøllin í ár. Í 2019 var talið 424.281 ferðafólk.
Í farna mánaða, í mai, var ferðafólkatalið høgt. Tað vóru næstan 12 prosent fleiri, sum ferðaðust um føroyska fflogvøllin enn sama mánaða í 2019.
Talið varu eisini fleiri enn í mai í fjør - fýra prosent - mai 2022 annars var tann besti til ferðafólk higartil, skrivar Kringvarpið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald