Innanlands

Verður ikki varðhaldsfonglaður

Føroya rættur heldur ikki at maðurin kann ávirka kanningararbeiði, og tí verður 24 ára gamli maðurin ikki varðhaldsfongslaður. Tó er grundaður illgruni um manndráp

2019-06-20 21:23 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Grundlógaravhoyring av einum 24 ára gomlum manni hevur verið í Føroya rætti í allan dag, og løgreglan sigur í tíðindaskrivi í kvøld, at maðurin ikki verður varðhaldsfongslaður.

Maðurin er skuldsettur fyri dráp og fyri harðskáp við deyða sum fylgju í einum máli um tá 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, sum varð funnin deyð, druknað, við byrgingina í Hvannasundi í 2012.

Føroya rættur heldur, at tað er grundaður illgruni um, at maðurin er sekur. Rætturin helt ikki, at hann kundi ávirkakanningararbeiðið, og valdi tí ikki at varðhaldsfongsla mannin.

Linda Margrethe Hesselberg sigur at ákærumyndugleikin hevur valt at kæra avgerðina til Eystara landsrætt, tí talan er um eitt serligt mál og alvorligan kriminalitet.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder