Innanlands

Verður mælt frá at koyra í Klaksvík - eingin skúlagongd

Blot er komið í kavan og vegna nógv avfall verður fyribils mælt fólki til at halda seg innandura. Hetta skrivar klaksvik.fo, ið eisini boðar frá, at eingin skúlagongdd verður í dag. Einki arbeiði er heldur á Kósavirkinum

Tað hevur regnað nógv í Klaksvík seinastu hálva samdøgrið ella so - umframt hetta er miðalvindferðin framvegis umleið 15 m/s (Mynd: klaksvik.fo)

Tað hevur regnað nógv í Klaksvík seinastu hálva samdøgrið ella so - umframt hetta er miðalvindferðin framvegis umleið 15 m/s (Mynd: klaksvik.fo)

2022-12-19 07:40 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjárkvøldið skrivaði Klaksvíkar kommuna á heimasíðu sínari, at býarbussarnir ikki fóru at koyra í dag:

- Nógvur kavi órógvar og vánaliga veðurforsøgnin í morgin ger, at býarbussurin ikki koyrir mánadagin 19. desember.

Tað hevur ligið óvanliga nógvur kavi í Klaksvík í vikuskiftinum, og síðani í gjárkvøldið -í umleið tólv tímar hevur tað regnað heilt nógv. Hetta ger, at blot er komið í kavan, og tað ger umstøðurnar at koyra sera vánaligar. Umframt hetta er framvegis nógvur vindur.

Tað hevur fingið Klaksvíkar kommunu at koma við áheitan til fólk um, at fyibils halda seg innandura:

- Blot er komið í kavan og vegna nógv avfall verður fyribils mælt fólki til at halda seg innandura og ikki fara út at koyra.

Eisini er greitt, at fólkaskúlin í býnum hevur stongt í dag.

- Leiðslan á Skúlatrøð hevur somuleiðis boða frá, at ongin skúlagongd verður á Skúlatrøð í dag, mánadagin 19. desember. 

Stóra fiskavirkið Kósin hevur eisini boðað frá, at einki arbeiði er í dag vegna ringa veðrið.

Les eisini: Fleiri áarlop hava verið á landsvegunum í morgun

Sí veðrið her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder