Innanlands

Verður nú lættari at verða kannaður - samfelagið verður ikki latið meira aftur

Tað verður ikki longur neyðugt at fáa ávising frá kommunulækna, og so nógv sum møguligt skulu hava møguleika fyri at kannast. Skipanin við landamørkini heldur fram, og 100 fólk kunnu framvegis savnast - tó verður mælt frá, at stór tiltøk verða, og at skeinkistøð hava opið komandi tíðina

(Mynd: Sverri Egholm)

(Mynd: Sverri Egholm)

2020-08-05 15:16 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á tíðindafundinum, sum byrjaði klokkan 15.00, hevur Bárður á Steig Nielsen kunnað um, hvussu støðan verður handfarin, nú fleiri aftur hava fingið staðfest korona í Føroyum.

Løgmaður gjørdi greitt, at samfelagið verður ikki latið aftur, eins og tað varð í mars, men at summi nýggj átøk verða sett í verk í einari roynd at stegða spjaðingini:

- Enn lættari at verða kannaður – ikki neyðugt at fáa ávising frá kommunulækna, og heldur ikki er neyðugt, at ein hevur sjúkutekin. Kaj Leo Holm Johannesen, heilsumálaráðharri, gjørdi greitt, at nú er heilsuverkið betri búgvið til støðuna enn í mars, og at kanningarnar á Landssjúkrahúsinum og í kring landið verða skipaðar heldur øðrvísi. Áleið 500 kanningar um dagin í miðal, skulu kunna gerast frá næstu viku av, og myndugleikarnir boða frá, at sama strategi er galdandi við tað, at fólk við varhuga av smittu skulu kanna seg, so nógvar kanningar skulu gerast sum gjørligt, og at smittan skal avbygjast.  

Les eisini: 
Ferðsluruðuleiki stendst av koronakanningunum

- Skipanin við kanning við landamørk heldur fram til 31. Oktober. Mælt verður nú eisini til at lata seg kanna sætta dagin, eftir at ein er komin til landið. 

- Tað verður framhaldandi so, at 100 fólk kunnu savnast – mælt verður til at nýta munnbind - men øll stór tiltøk, har nógv fólk savnast, eiga tó at verða alvýst/útsett. Skeinkistøð eiga ikki at verða opin komandi tíðina, staðfestir Bárður á Steig Nielsen.

Løgmaður segði til seinast, at skiligt er, at fólk eru troytt at hoyra tað sama um frástøðu og reinføri, men tað er týdningarmikið at vit venda aftur til sama góða hugburð og atburð sum í vár. Bárður á Steig Nielsen heiti inniliga á føroyingar um at gera hetta.

Spurt varð um millum annað dagstovnaøki, men har gjørdi løgmaður greitt, at sum nú er, hava kommurnar ikki nakað ætlan um tað. Tó er fundur seinnapartin um støðuna.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder