Grønlendska tingið samtykti í gjár eitt lógaruppskot, sum skal gera tað torførari hjá útlendingum at keypa fastogn og fáa brúksrætt til jørð í Grønlandi - sum er statsogn og tí ikki kann keypast.
21 tinglimir atkvøddu fyri, meðan ongar atkvøður vóru ímóti. Seks tinglimir úr flokkinum Naleraq atkvøddu ikki.
Lógaruppskotið varð lagt fram í kjalarvørrinum av einum ávísum útlendskum áhuga fyri at keypa fastogn í Grønlandi, framgongur í viðmerkingum til uppskotið.
Danski miðilin Politiken hevur áður lýst stóra áhugan hjá amerikanarum at keypa jørð í Grønlandi, eftir at ameirkanski forsetin, Donald Trump fleiri ferðir hevur tosað um at yvirtaka Grønland, skrivar Ritzau.
Sambært nýggju lógini kunnu sum útgangsstøði bert grønlendskar, danskar og føroyskar fyritøkur ella felagsskapir fáa brúksrætt til jørð og keypa fastogn í Grønlandi. Hevur mann ikki danskan ríkisborgararætt skal mann sum útgangsstøði hava búð og verið skattskyldigur í Grønlandi í í minsta lagi tvey ár. Ósemja hevur verið um, hvørt kravið skal víðkast til fimm ár.
Lýkur mann ikki omanfyrinevndu treytir ber til at søkja um skrivligt loyvi frá grønlendska landsstýrinum.
Brot á lógina, sum eftir ætlan fer í gildi um ársskiftið, verður revsað við sekt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald