Innanlands

Verjuavtalað gjørd við Kanada

Sirið Stenberg, Vivian Motzfeldt og Troels Lund Poulsen hava gjørt avtalu við Kanada, sum skal tryggja Norðuratlantshav og Arktis

Sirið Stenberg og Troels Lund Poulsen (Savnsmynd)

Sirið Stenberg og Troels Lund Poulsen (Savnsmynd)

2026-02-13 17:10 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Føroyar og Grønland eru við í verjuavtaluni, sum Danmark og Kanada hava gjørt, og sum júst er undirskrivað í München í dag í sambandi við altjóða trygdarráðstevnuna har.

Avtalan er undirskrivað av kanadiska verjumálaráðharranum, David J. McGuinty, danska verjumálaráðharranum, Troels Lund Poulsen umframd føroysku og grønlendsku landsstýriskvinnunum við uttanlandsmálum, Sirið Stenberg og Vivian Motzfeldt.

- Norðuratlantshav og Arktis have fingið størri hernaðarligan týdning. Við hesi avtaluni styrkja Føroyar, Danmark, Grønland og Kanada samstarvið, sum sameind á fleiri viðkomandi økjum í eini krevjandi tíð. Við støði í trygdarpolitikkinum, sum vit hava samtykt á Løgtingi, eru Føroyar til reiðar at taka størri ábyrgd og vera við til at skapa støðufesti og trygd í Norðuratlantshavi, sigur Sirið Stenberg í tíðindaskrivi, sum danska verjumálaráðið júst hevur sent út.

Avtalan snýr seg um samstarv á fleiri økjum, eitt nú eftirlit í økjum, sum hava felags áhuga umframt útbúgving og venjing.

Avtalan tryggjar, at meira ferð verður sett á at styrkja verjusamstarvið við Kanada við fokus á ítøkilig úrslit yvir bæði styttri og longri tíð. Eitt nú skal hon vera grundarlag fyri betri eftirliti og vitanardeiling. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder