Uttanlands

Verkfall á sponskum frítíðaroyggjum

Í juli fara starvsfólk í gistingarhús- og matstovuvinnuni á Balearioyggjunum í verkfall

Mallorca er eitt væl umtókt ferðamál (Mynd: EPA)

Mallorca er eitt væl umtókt ferðamál (Mynd: EPA)

2025-06-29 14:10 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Líkt er til, at verkfall verður á sponsku Balearioyggjunum - Mallorca, Menorca, Ibiza og Formentera.

Samráðingarnar millum gistingarhús- og matstovuvinnuna og fakfeløgini UGT og Comisiones Obreras, og boðað verður frá verkfali 10. juli.

Hetta merkir, at fleiri enn 180.000 starvsfólk á gistingarhúsum, skeinkistøðum, matstovum, og kaffistovum á Belearioyggjunum fara í verkfall, skriva altjóða miðlar.

Sambært fakfeløgunum hava tey valt seks dagar, har arbeiðið verður niðurlagt. Arbeiðið verður niðurlagt 10., 18., 19., 25., 26. og 31. juli.

Orsøkin til verkfallið er ósemja um løn. Fakfeløgini hava kravt eina lønarhækking á 16 prosent yvir trý ár, meðan arbeiðsgevarar hava bjóðað teimum 11 prosent.

Balearioyggjarnar, harav Mallorca er tann best umtókta hjá ferðafólki, draga á hvørjum ári fleiri milliónir ferðafólk at sær. Í fjør vitjaðu 15,3 milliónir fólk hesar oyggjar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder