2019-08-28 13:28
9, 10, og 27. september eru dagarnir, har flogskipararnir hjá British Airways fara í verkfall. Harvið hevur bretska felagið allýst allar sínar túrar hesar dagfestingar.
Sambært finans.dk verða túrar til bæði Keypmannahavn og Billund avlýstir. Her er talan er 42 túrar, har pláss er fyri 6.000 ferðafólkum til og frá Danmark er blevet aflyst.
British Airways og fleiri enn 4.000 flogskiparar eru ikki vorðnir samdir um eina nýggja avtalu. Britsih Airways hevur bjóðað teimum eina lønarhækkan á 11,5 prosent yvir tey næstu trý árini. Hetta er tó ikki gott nokk fyri fakfelagið hjá floskiparunum, Balpa.
Sambært heimasíðuni Check-In, er tað longur gjørligt at bíleggja túrar til tann 26. og 28. september gjøgnum British Airways.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald