SAS boðar í kvøld frá, at verkfallið hjá flogskiparunum er av.
- Vit hava eina avtalu, segði Rickard Gustafson, stjóri í SAS, á tíðindafundi í Stokkholm fyri løtu síðani.
Hann sigur, at nýggi sáttmálin skapar meira fleksibilitet í felagnum. Stjórin takkar eisini starvsfólkunum í SAS fyri at hjálpa ferðafólkunum meðan verkfalli hevur verið.
Nýggi sáttmálin hevur við sær lønarvøkstur á 3,5 prosent í 2019, 3 prosent í 2020 og 4 prosent í 2021.
Fleiri enn 4000 fráferðir vóru avlýstar undir verkfallinum, sum vardi í lítla viku, og fleiri enn 300.000 ferðafólk eru ávirkaði av hesum.
Rickard Gustafson upplýsti eisini, at tað gongur eitt samdøgur áðrenn øll flogferðslan koyrir sum hon skal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald