Innanlands

Verkfallið hjá SAS sæst aftur á keypsskálanum

Marknaðarvirðið hjá sæst er fallið við 363 mió. kr. síðani verkfallið byrjaði fyri trimum døgum síðani

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2019-04-29 15:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Verkfallið hjá flogskiparunum hjá SAS rakar felagið hart. Síðani flogskipararnir fóru í verkfall fríggjadagin, er marknaðarvirðið hjá SAS fallið við 363 mió. kr.

Partabrævið fall við meiri enn seks prosentum í morgun, men er nú avmarkað til 2,7 prosent. Fríggjadagin fall tað við 4,6 prosentum.

Samla er marknaðarvirðið minkað við 363 milliónum til 4,7 milliardir krónur meðan flogskipararnir hjá SAS í norðurlondum hava verið í verkfalli, skrivar TV2.

Enn eru ongar samráðingar á skrá millum SAS og SAS Pilot Group, sum samskipar flestu av flogskiparunum í norðurlondum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder