Innanlands

Verklag á Niðara vølli byrjað

Fram til 24. august verður arbeitt á Niðara vølli í Gundadali

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

(Mynd: Tórshavnar kommuna)

2021-06-28 11:45 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fram til 24. august verður arbeitt á Niðara vølli í Gundadali við at endurnýggja og upprætta drenasfaltlagið, og at endurnýggja stoytdoyvingarlagið og graslíkið v.m. Í hesum tíðarskeiðnum koma akfør, maskinur og arbeiðsfólk at virka á økinum á og kring vøllin.

Børn, ung, foreldur, venjarar v.m. vera biðin um at vísa stórt ansni, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri girðingarnar til Niðara vøll og tey avmerktu økini sunnanfyri vøllin, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuna.

Í meðan arbeiðið verður útint - nú bæði á Tórsvølli og Niðara vølli - hava feløgini og FSF umlagt virksemið í Gundadali, og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder