Innanlands

Verkstova um landbúnaðarpolitikk og matmenning    

Málið er at fáa sett upp nøkur greið mál, føroyskum landbúnaði at frama

(Savnsmynd: Birgir Kruse)

(Savnsmynd: Birgir Kruse)

2023-06-06 12:45 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Leygardagin 10. juni er høvi hjá áhugaðum at vera við til seta mál fyri landbúnaðin, tá ið Uttanríkis- og vinnumálaráðið bjóðar til verkstovu um landbúnaðarpolitikk og matmenning.

Uttanríkis- og vinnumálaráðið skrivar, at politikkurin skal skapa karmar, sum ger okkum meira sjálvbjargin við fleiri landbúnaðarvørum. Vit skulu hava eina burðardygga og varandi skipan, sum komandi ættarlið kunnu gagnnýta og fáa gleði av. Eina skipan, sum hevur við sær inntøkur og trivnað um landið alt. 

Á verkstovuni verður seyða- og neytahald viðgjørd, umframt mjólkaframleiðslu, grønmetisframleiðslu, burðardygga lendisnýtslu, útbúgvingar- og stuðulsskipanir, og roynt verður at skipa so fyri, at øll sjónarmið fáa rúm.

Málið er at fáa sett 8 til 10 greið mál, landbúnaðinum at frama.

Verkstovan verður 10. juni kl. 9-16 á Búnaðarstovuni í Kollafirði. Neyðugt er at tekna seg hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder