Innanlands

Vestmanna fingið mentanar- og ferðavinnumennara

Bygdaráðslimur á Eiði byrjaði í dag í starvi hjá Vestmanna kommunu

2023-06-12 16:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fríða Jóinsdóttir Joensen byrjaði í dag í starvinum, sum mentanar- og ferðavinnumennari í Vestmanna kommunu. Fríða, sum er búsitandi á Eiði, er 39 ára gomul og hevur lisið tænastubúskap í Keypmannahavn.

Umframt at hava drúgvar royndir innan ferðavinnu, er hon bygdaráðslimur í Eiðis kommunu, har hon er forkvinna í trivnaðarnevndini, og ein av fyriskiparunum av Heystfagnaðinum á Eiði. 

Í spurnarkanningini  ”Trivnaður og ferðavinna í Vestmanna”, sum kommunan gjørdi herfyri, vísti, at vestmenningar eru jaligir og ynskja, at enn meira lív kemur í ferðavinnuna, sum bygdarfólkið samstundis kann njóta ágóðan av. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder