2020-11-26 20:01

Heimasíðan hjá Havstovuni boðar frá, at grindin, ið var merkt í Vestmanna 13. november, seinastu vikuna hevur ligið støðuføst í sunnara kanti av Bankarennuni, í ein beinan sunnan úr Akrabergi.
Grindin hevur størsta partin av hesum tveimum vikunum verið í føroyskum sjógvi.
Grindin úr Bø, sum varð merkt í summar, melur aftur á aftur slóðina sunnarlaga í Norðuratlantshavinum. Grindin er enn vestan fyri Miðatlantsryggin.
Fyrr í vikuni ferðaðist hon suðureftir, men vendi suðuri á 46 breiddarstigum, og ferðast nú norðureftir aftur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald