Innanlands

Vestmanna kommuna hevði átta milliónir í yvirskoti í 2020

Kommunan var 6,6 milliónir krónur niðan fyri ætlanarkarmin

Meirinntøkan í kommunuskatti var 200.000 krónur, meðan inntøkurnar frá felagsskatti vóru 322.000 túsund meira enn mett (Mynd: vestmanna.fo)

Meirinntøkan í kommunuskatti var 200.000 krónur, meðan inntøkurnar frá felagsskatti vóru 322.000 túsund meira enn mett (Mynd: vestmanna.fo)

2021-06-04 20:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Vestmanna Kommuna brúkt í fjør minni, enn samlaði játtanarkarmurin tilskilaði. Raksturin var fimm milliónir minni enn ætlað, meðan íløgur vórðu gjørdar fyri 1,7 millión minni enn ætlað. Samantalt viðførir hetta, at kommunan er 6,6 milliónir krónur niðan fyri ætlanarkarmin, áðrenn inntøkur.

Hetta upplýsir Vestmanna kommuna í dag á heimasíðu sínari. Á almennum fundi tann 31. mai 2021 varð ársroknskapurin hjá Vestmanna Kommunu fyri 2020 einmælt samtyktur

- Fíggjarætlanin legði upp til, at samlaðu inntøkurnar skuldu verða 65,3 mió.kr., meðan roknskapurin vísir eina samlaða inntøku (netto) uppá 66,7 mió. kr., og er hetta 1,4 mió. kr. meira enn tað, fíggjarætlanin legði upp til. Hetta er samstundis ein øking uppá 0,6 mió. kr. í mun til 2019.

Meirinntøkan í kommunuskatti var 200.000 krónur, meðan inntøkurnar frá felagsskatti vóru 322.000 túsund meira enn mett.

Úrslitið fyri 2020 er sostatt átta milliónir krónur.

Nettoskuldin í mun til eina álíkning er fallin frá 0,83 í 2014, tá skuldin var hægst. Við árslok var hon 0,35, ið er tað sama sum í 2017.

Ársroknskapin 2020 kann lesast her

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder