Sunnukvøldið 20. januar verður skipað fyri borgarafundi í Vestmanna har evnið er ferðavinnan.
Vestmanna hevur leingi verið ein týdningarmikil partur av ferðavinnuni við teimum vælumtóktu Vestmannabjørgunum. Kommunan ynskir at leggja størri dent á ferðavinnuna sum heild, og hevur tí ætlanir um at menna hetta økið.
Borgarafundurinn verður á Miðnámsskúlanum í Vestmanna 20. januar. Í stuttum er ætlanin at hava ymiskt á skránni sum kveikir og kunnar, og at enda verður eitt orðaskifti um ferðavinnuna.
Byrjað verður við styttri framløgum um heimablídni og airbnb. Eisini koma umboð frá menningardeildini hjá Visitfaroeislands at greiða frá teirra virksemi. Á kvøldinum verður eisini ein greining av ferðavinnuni í Vestmanna, saman við einari kunning um ætlanir hjá kommununi.
At enda verður eitt orðaskifti um ferðavinnuna, har borgarar kunnu koma við sínum hugsanum.
(Broytt kl. 16.10)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald