Innanlands

Vestmannadagar fara av álvara av bakkastokki í kvøld

Klokkan 19 verða dagarnar formliga settir í Spælhúsinum, har brúksrætturin av bedingini og nýumvælda “Spælihúsið” eisini verð latin

Í ár hevur Bygdaráðið endurskoðað partar av skránni og hevur snikkað eina skrá saman, sum samantvinnar fleiri av best eydnaðu tiltøkunum seinastu tíggju árini (Mynd: vestmanna.fo)

Í ár hevur Bygdaráðið endurskoðað partar av skránni og hevur snikkað eina skrá saman, sum samantvinnar fleiri av best eydnaðu tiltøkunum seinastu tíggju árini (Mynd: vestmanna.fo)

2024-09-05 14:19 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Á hvørjum ári síðani 2013 - fyriuttan í koronaárinum í 2020 - hava sonevndir "Vestmannadagar" verið í Vestmanna í september mánaði.

Í ár hevur Bygdaráðið endurskoðað partar av skránni og hevur snikkað eina skrá saman, sum samantvinnar fleiri av best eydnaðu tiltøkunum seinastu tíggju árini.

Soleiðis greiðir Vestmanna kommuna frá á heimasíðu sínari, har men soleiðis tekur stutt samanum, tað sum hendir í dag og næstu dagarnar:

Hósdagin 5. septembur verða Vestmannadagar 2024 settir. Borgarstjórin bjóðar øllum vælkomin til hugnaliga móttøku uttanfyri Spælhúsið. Her fáa øll høvi at síggja tey nýumvældu hølini. Aftaná móttøkuna og setanina verður ein góður møguleiki at seta hol á mentanartiltøkini við Yrkingakvøld við upplestri og tónleiki, Litrenning ella Pubkviss.

Fríggjadagin 6. septembur fara vit sum vant inn á Fjørð. Á hesum degi varpa vit ljós á okkara vinnuligu aktørar, sum ímynda tað, ið Vestmanna er best kent fyri – innovatión. Virkini bjóða inn og dagurin er á tremur við tiltøk fyri bæði børn, ung og vaksin.

Leygardagin 7. septembur er tann stóri dagurin, har vit sum vanligt, byrja við morgunmati í høllini. Síðani verður ein heilur dagur við tiltøkum og aktivitetum fyri allar aldursbólkar. Aftaná laksagrillling og felagssang enda vit kvøldið við einari ógloymandi konsertskrá á gomlu bedingini.
Við tónleiki, undirhaldi og góðum mati verður hetta ein dagur, sum vit øll kunnu gleða okkum til.

Øll skráin sæst her

Nøkur tiltøk vóru longu í gjárkvøldið, mikudagin. Seinnapartin er grilling í Kongskjallaranum, síðani fótbóltsdystur millum vestmenningar og kvívíkingar á Skúlavøllinum og klokkan 19 verða dagarnar formliga settir í Spælhúsinum.

Har verður brúksrætturin av bedingini og nýumvælda “Spælihúsið” eisini verð latin. Bjørg á Rógvi, borgarstjóri og Mouritz Mohr, stjóri fyri Mest P/F, halda røðu. 


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder