Innanlands

Vesturskyn sakk við Stangabrúnna seinapartin í dag

Vesturskyn, sum sakk við Stangabrúnna í Klaksvík í dag, er fingin upp á flot aftur.

Báturin Vesturskyn við Stangabrúnna (Mynd: Norðlýsið)

Báturin Vesturskyn við Stangabrúnna (Mynd: Norðlýsið)

2019-01-30 21:45 Author image
Elisa Vang
placeholder

Glastrevjabáturtin Vesturskin, sum sakk seinnapartin í dag við Stangabrúnna, varð tikin upp aftur á flot skjótt. Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu síni.

Søgur gingu á Stongunum um, at ein gravmaskina skuldi havt koyrt kava frá kavaruddingini niður í bátin. Men Finn Hansen, støðleiðari á Sløkkiliðsstøðini í Klaksvík, sum var á staðnum tá báturin bleiv tikin upp, sigur, at handan søgan verður ring at prógva, tí at báturin longu var sokkin, og tá hann varð tikin upp aftur, var sjálvandi ongin kavi í honum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder