2019-02-02 15:03
Miðbýurin í høvuðsstaðnum verður í kvøld ein mentarligur miðdepil, tá VisitTórshavn, í samstarvi við Tórshavnar Kommunu, skipar fyri tiltakinum Vetrarljós. Handlar og onnur støð í miðbýnum eru við í tiltakinum, ið nú verður hildið 6. árið á rað í høvuðsstaðnum.
Fyriskiparnir skriva, at í stuttum er talan um ein dag, har ljósari tíðir verða bodnar vælkomnar við livandi tónleiki, ljóslist, framsýningum og øðrum tiltøkum ymsa staðni í býnum. Tónleikur verður í býnum frá kl. 19.00 til á midnátt.
Sí skránni her niðanfyri:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald