Aftur í ár er møguleiki at fylgja við á internetinum, hvussu lundarnir trívast í lundaholunum í Skúvoynni, og hvussu nógvur lundi er í lundalandinum, boðar Havstovan frá.
Havstovan hevur fylgt við gongdini í nøkrum lundaholum í Byrgisbakka síðani 2005. 16 lundareiður eru gjørd úr plastikkrørum, og í hvørjum reiðri stendur eitt vevkamera við sambandi til eina teldu, sum varðveitir upptøkurnar. Við stuðli frá Føroya Tele kunnu nakrar av hesum upptøkunum síggjast beinleiðis á internetinum við at trýsta her (set myndagóðskuna á HD).
Í 2010 og 2011 rýmdu lundarnir frá eggunum, so ongin pisa kom út. Í 2012 komu 6 pisur út, men 5 av teimum doyðu, tá tær vóru nakrar fáar dagar gamlar, so bert tann eina varð floygd. Í 2013 komu 4 pisur út, og ein bleiv floygd. Síðani 2014 eru allar pisurnar floygdar, so spennandi verður at síggja, hvussu úrslitið verður í summar.
Slakar tvær milliónir pør av sjófugli eiga í Føroyum. Tá ið ungfuglurin er roknaður við, eru eini 5 milliónir fuglar undir Føroyum á sumri, og har afturat koma so pisurnar. Allur hesin fuglur fær sína føði úr sjónum, og tí gevur støðan hjá sjófuglinum eina góða ábending um, hvussu stendur til í havumhvørvinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald