Mentan

Video: - Hava altíð hildið hana verið eina stjørnu

Og tað verður staðfest í kvøld - salurin var so við uppá tað, sigur stolta systurin hjá Sissal Jóhannu, Fía Niclasen, sum hevði eldru dóttir vinnaran við. Nú verður farið at hugt eftir gistingarhúsum í Sveis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-03-01 23:13 Author image
Agnar Prestá

Herning, Danmark (Portalurin): Til eftirveitsluna í Jyske Bank Boxen fingu vit orðið á Fíu Niclasen, sum er ein av trimum systrum hjá Sissal Jóhannu Norðberg Niclasen.

Øll tann tættasta familjan og nógv vinfólk eru við, og fleiri ætla sær til Eurovision í Sveis í mai. 

- Nú fara vit at njóta hetta í morgin hyggja vit eftir hotellum í Basel, sigur Fía smílandi.

Hon legði merki til frálíku móttøkuni til show'ið. Tá vit fangaðu systrina, hevði hon eisini eldri dóttrina hjá Sissal Jóhannu, Mikkalinu, við sær. Næstu tíðina fer familjan at hjálpa eyka nógv til, nú 30-ára gamla havnarkvinnan skal verða til reiðar til Eurovision.

Sí samrøðuna ovast

Sí eisini: Sissal: Eg anaði ikki hvussu stigini fullu (Video eftir sigurin)

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder