- Eg helt allatíðina, at tað skuldi almannakunngerast, men tá fútabann var sett í gildi, kundu vit ikki gera tað. Men eg helt eisini at upplýsingarnir vóru av so stórum almennum áhuga, at fyrr ella seinni hevði tað komið út.
- Og nú eru upplýsingarnir liknir - í hvussu so er okkurt til Berlingske, DR og kanska til Politiken. Hetta vóru umráðandi upplýsingar, og tað sær man eisini á reaktiónunum í dag eftir, at søgan kom út, segði Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpi Føroya í Deadline á DR2 í gjárkvøldið.
Hann tosar um loyniliga ljóðfílin, sum Kringvarpið av órøttum fekk fatur á upplýsingum um fund millum kinesiskar og føroyskar myndugleikar tann 11. november.
Øll samrøðan við Georg L. Petersen og restin av Deadline, har eisini verður tosað við Sjúrða Skaale, fólkatingslim, sæst her.
Les eisini: Danmarks Radio fingið hendur á fútabannaðum ljóðfíli
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald