2018-07-22 17:41
Næstan 300 metrar langa ferðamannaskipið Mein Schiff 3 vitjaði í gjár Runavík.
Við skipinum vóru umleið 2500 ferðafólk úr Týsklandi, Eysturríki og Sveis. Manningin telur 1000 fólk. Tað er týska reiðaríið Tui Cruises, sum eigur skipið og føroyska umboðsfelagið er Faroe Ship.
Mein Schiff 3 hevur verið á Havnini fleiri ferðir áður og tvær ferðir í ár, men hetta var fyrsta ferðin, at skipið vitjaði í Runavík.
Sí upptøkurnar omanfyri, sum Simon Nordendal, DroneDirector, hevur gjørt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald