Mentan

Video: Á ólavsøku í 1953

Kom við á ólavsøku í 1953

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-25 22:59 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í upptøkuni omanfyri eru vit á ólavsøku í 1953. Hóast nakað er broytt, so minnir tað nógv um ólavsøkuna, vit kenna hana í dag við skrúðgongu, føroyska búnanum og ikki minst kappróður.

Eisini er ein upptøka frá húsinum hjá Mariu "Shell" í Pedda við Steinsgøtu, har m.o. Rodmundur í Liða sæst.

Talan er um litfilmsupptøkur hjá Alf og James Cordiner, feðgar úr Aberdeen í Skotlandi, ið vóru stórir Føroyavinir, og vitjaðu javnan her á klettunum. Samskiftið millum føroyska umboðsmannin í Aberdeen, Sofus Poulsen og Ingu Simonsen í Havn førdi til, at abbasonur James og sonur Alf, Stephen Cordiner lat filmsrullurnar til Føroyar.

Heri Simonsen hevur lagt upptøkurnar á Youtube.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder