Fyri fyrstu ferð nakrantíð verður fara X Factor beinleiðis sendingarnar av bakkastokki í kvøld við tveimum føroyskum luttakarum.
Undanfarin ár hava nógvir føroyingar luttikið, men ongantíð áður eru tveir slopnir gjøgnum nálareyga samstundis.
Ferð aftaná ferð hava bæði Tina Mellemgaard og Kári Fossdalsá tikið dómararnar á bóli við sínum vøkru røddum og inniligu framførslum.
Upptøkuroynd
Tina syngur lagið “Runnin”. Serliga dómarin Kwamie Liv fær eitt gott eygað til 18 ára gamla hoyvíkingin her
Kári syngur inniliga Can’t Make You Love Me. Unnustan og dótturin standa spentar í gongini og fylgja við
6 Chair Challenge
Tina við einum villari sangvali. Hsaferð When we Were Young hjá Adele. Tað tryggjar henni ein stól.
Kári syngur seg til ein stól fyri framførsluna av Bruises hjá Lewis Capaldi
Bootcamp
Síðsti snávingarsteinurin áðrenn liveshows. Nú eru bara tveir luttakarar eftir í hvørjum flokki,
Tina framførir egið lag við lagnum “Jeg Kommer Dertil” fyri dómaranum Kwamie Liv.
Kári bergtekur dómaran Martin Jonsen við lagnum “Perfekt Strangers” hjá Jonas Blue
----
Til ber hjá føroyingum at atkvøða við at senda sms til 1234. Ikki er neyðugt at skriva +45 frammanfyri, men umráðandi er at hava pengar á sínari Ver kontu ella Nema kontu.
X Factor verður víst á danska TV2 í kvøld klokkan 19 føroyska tíð.
Portalurin verður á staðnum í Brøndby, har X Factor verður tikið upp, og vit fara at gera samrøður, taka myndir og annað.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald