Vitlíki bleiv ársins orð í fjør, og menningin gongur við rúkandi ferð. Regin W. Dalsgaard og veðurfrøðingurin Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya, hava gjørt eina roynd at gera veðurtíðindi á alskyns málum.
Regin W. Dalsgaard skrivar soleiðis:
Apropos kjakið um, at KVF hevur strikað ensku útgávuna av tíðindum, so gjørdu vit eina roynd at automatisera veðurtíðindini við AI.
Í hesum førinum gjørdi vit(Andrias Gregoriussen frá Veðurstovu Føroya og undirritaði) ein Avatar av Andriasi fyri at fáa sjónvarpaðu veðurtíðindini uttan at verturin dugur hesi mál. Hann lesur bara á føroyskum.
Í hesum brotinum, kanst tú síggja veðurtíðindini á týskum, fronskum, sponskum, kinesiskum og ukrainskum(legg merki til andlit og kropsmál).
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald