Mentan

Video: Her er nýggi forfilmurin úr gandaheiminum hjá J. K. Rowling

"Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" verður frumsýndur í november í ár

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-07-22 12:40 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Leygardagin varð ein nýggjur forfilmur úr gandaheiminum hjá J. K. Rowling almannakunngjørdur.

Í mars mánað kom fyrsti forfilmurin, og í gjár var nýggi forfilmurin til "Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" vístur á ráðstevnuni Comic Con í San Diego í USA.

"The Crimes of Grindelwald" er nummar tvey í "Fantastic Beasts"-røðini um gandakallin Newt Scamander, ið byrjaði við filminum "Fantastic Beasts and Where to Find Them" í 2016. Eftir ætlan koma tríggir filmar afturat.

"Fantastic Beasts"-røðin er bygd uppá bókina av sama navni, sum J. K. Rowling gav út í 2001. Bókin, ið skal eitast at vera ein av skúlabókunum hjá Harry Potter, ið er skrivað av Newt Scamander, er eitt yvirlit yvir gandadjór úr gandaheiminum. Á føroyskum eitur bókin "Undursom djór og har tey eru".

"Fantastic Beasts"-røðin gongur fyri seg uml. 70 ár, áðrenn søguna um Harry Potter, og í nýggja filminum kemur man at síggja ein ungan Albus Dumbledore, ið verður spældur av Jude Law, ið millum annað er kendur frá Sherlock Holmes-filmunum. Eisini kemur man at síggja Johnny Depp sum ónda gandakallin, Grindelwald. Høvuðsleiklutin sum Newt Scamander eigur Eddie Redmayne, ið er kendur frá filmum sum "The Danish Girl", "Les Miserables", og "The Theory of Everything".

"Fantastic Beasts: The Crimes of Grindelwald" verður, sambært BT, frumsýndur í november í ár.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder