Uttanlands

Video: Her verða átta kølitorn sprongd í einum

Tað var á einum kolaverki í Nottinghamshire. Hetta er størsta niðurríving av kølitornum, sum er framd, skrivar BBC

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-08-17 15:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Átta 114 metrar høg kølitorn á niðurlagda kolaverkinum Cottam Power Station í Nottinghamshire vórðu hósdagin sprongd.

Hetta var størsta niðurríving av kølitornum, sum higartil er framd, skrivar BBC.

Kolaverkið læt upp í 1968 framleiddi streym til 3,7 milliónir hús, og skuldi upprunaliga vera virki í 30 ár. Tað bleiv tó ikki niðurlagt fyrr enn í 2019.

Nú er ein upprudding í økinum, og hendan niðurrívingin var ein partur av hesum.

Sí video omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder