Innanlands

Video: Her verður Sea Shepherd-dronan rakt av skoti

Tað var ein drona hjá umhvørvisfelagsskapinum, sum varð rakt av skoti í grindini í Hvannasundi sunnudagin

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2021-06-29 10:43 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Dronur vórðu sæddar uppi yvir grindadrápunum í Leynum og í Hvannasundi um vikuskiftið, og í seinna drápinum var tolið hjá grindamonnum uppi.

Menn vildu vita hvør stýrdi hesari dronu, og hetta ikki bar til at finna útav, varð byrsa var funnin fram, og eitt skot varð latið av ímóti dronuni.

Eftir hetta hvarv dronan, og eftir øllum at døma rakti skotið.

Sea Shepherd skrivar á Facebook, har videobrotið omanfyri eisini er lagt út, at dronan hevur fingið skaða av skotinum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder