Súni Christiansen úr Havn luttók í gjárkvøldið í sendingini Løvens Hule, sum verður send á DR 1.
Í sendingini eru íverksetarar, sum skulu selja sítt hugskot fyri teimum fimm leyvunum, og at fáa tey at leggja pengar í sína fyritøku.
Havnarmaðurin hevur ment eina termokannu, sum ger tað møguligt at bryggja sær kaffi í bilinum. Navnið á vøruni er Caraffee. Hann bað um eina millión fyri 15 prosent av fyritøkuni. Tað gevur fyritøkuni eina virðismeting á 6,6 milliónir krónur.
Súni hevur arbeitt upp á prototypuna, men enn hevur hann ikki selt nakra vøru. Tað var tað, hann hevði brúk fyri hjálp til, upplýsti hann.
Christian Stadil, sum millum annað eigur Hummel, segði, at hann heldur vildi fylla sær kannuna við hús, og taka hana við í bilin.
Hinar løvurnar trúðu heldur ikki uppá Súna Christiansen, og eingin setti pengar í verkætlanina.
Hinvegin fingu Føroyar rósandi orð frá Jesper Buch.
- Annars átti tað at verið eitt krav hjá øllum dønum, at vitja Føroyar í øllum førum einaferð í sínum lívi. Tað er tað villasta. Halt kjaft tað er vakurt, segði Jesper Buch, stovnari av Just-Eat, og sum hevur sett pengar í føroyska Safe-Friend hjá Sverra Nolsøe.
Brot úr sendingini sæst omanfyri, og allur parturin sæst á dr.dk her.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald