Innanlands

Video: Klatra upp eftir ísveggi

Flottar upptøkur av ísklatring í Mjørkadali

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2019-02-11 21:03 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í kalda veðrinum sum hevur verið seinastu tíðina hevur ligið væl fyri at staðið á skíð, men onkur hevur eisini klatrað.

Kaj Eli Sørensen, Jógvan Ingvar Olsen og Tórik Ábraham Rouah klatra javnan upp á ymsar drangar, og fyrr í hesum mánaðinum klatraðu teir upp eftir einum ísveggi.

Upptøkan, sum Tórik Ábraham Rouah hevur gjørt, kundi mint um eina leikmynd úr væl umtóktu amerikonsku sendirøðini Game of Thrones, men tað er altso í Føroyum - í Mjørkadali.

Teir klatraðu 28 metrar upp eftir ísvegginum.

Sí vøkru upptøkuna frá túrinum omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder