Summarligir tónar hjá vágbinginum Inga Poulsen hava verið at hoyrt seinastu dagarnar. Millum annað á Tórsfest at Ingi Poulsen var á palli við Danny & the Veeots, og spældi nýggja lagið hjá sær, Kostbar.
Flestu tónleikarar í dag geva ikki bara eitt lag út, men geva eisini eitt videolag út, og tað hevur Ingi Poulsen eisini gjørt.
Hann er eisini kendur fyri løgini “Tann fittasta” og “Tá ið eg síggi teg”.
Videolagið er gjørt av Jákup S. Thøgersen
Orð og lag: Ingi Poulsen
Lagt sangin til rættis: Ingi Poulsen, Danny Baldursson og Hans Poulsen
Sangur: Ingi Poulsen
Ljóðføri: Hans Poulsen Framleitt og ljóðblandað í IntroVers Studio / Hans Poulsen
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald