Innanlands

Video: Leirvíkingar syngja jólasang

Signar á Reynatrøð hevur skrivað orðini, og er hendan framførslan av "Jólahalleluja" frá møti í Leirvíkar missiónshúsið

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2024-12-27 19:50 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hesi jólini eru av. Tað legst so líðandi til við jólasangum og fyri nøkrum árum síðani varð ein gjørdur í Leirvík.

Trúboðin deildi hendan í sambandi við jólini 2024.

Signar á Reynatrøð hevur skrivað orðini, og Jóhan Edvard Fuglø, sáli, eigur lagið.

Á møti í Leirvík í desember 2021 sang bíbliubólkurin hjá monnunum í Leirvík sangin.

Framførslan liggur úti á youtube-rásini hjá Jørgin Jacobsen. Hon sæst eisini ovast í greinini.

Tekstturin til "Jólahalleluja":

Eg syngja vil um lítlan drong,
ið sonur var til mætan kong,
hann borin varð í heimin jólanátt.
Profetar høvdu boðað frá,
Guðs orð nú lá á krubbustrá,
og andi mín tí syngur halle- halleluja.

Maria kom til Betlehem,
og Jósef spurdi mangar menn,
men eingin vildi geva teimum rúm.
At enda fingu tey eitt fjós,
og inn í myrkrið kom eitt ljós,
Guðs sonur føddur varð har, halle- halleluja.

Og einglasongur var í nánd,
tá hirðar tóku stav í hond,
teir óttafullir fingu gleðiboð.
Í smáttu fóru teir avstað,
har náttin var til kláran dag,
tí frelsaran teir funnu, halle- halleluja.

Úr Eysturlondum komu menn
at finna kong í Betlehem,
ein stjørna fylgdi teimum alla leið.
Teir ofraðu tá myrru, gull,
av roykilsi var smáttan full,
og dýrdin fylti rúmið, halle- halleluja.

LES EISINI  Gamal jólasangur nýumsettur

Eg veit, hann kom at frelsa meg,
hans kongablóð rann fyri teg,
tá timburmaður negldur varð á kross.
Hann syndir mínar á seg tók,
mítt navn er við í lívsins bók,
og andi mín tí syngur halle- halleluja.

Orð: Signar á Reynatrøð
Lag: Jóhan Edvard Fuglø
 (sáli)

Kelda: trubodin.fo

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder