Uttanlands

Video: Nógv fylgja við á Facebook meðan hvalur verður skorin upp

Horisont á DR1 hevði í kvøld innslag um Sea Shepherd og hvalaveiðu í Íslandi

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2018-09-24 21:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Í nýggjastu Horisont sendingini á DR1, sum varð send í kvøld, var evnið Sea Shepherd og hvalaveiða í Íslandi.

Eins og í Føroyum eru fólk frá umhvørvisfelagsskapinum Sea Shepherd og dokumentera og annars royna at forða fyri, at hvalaveiða heldur fram.

Í Horisont fylgir DR tveimum aktivistum sum fylgja við, tá eitt skip kemur inn við tveimum nebbafiskum og Kristján Loftsson, sum er stjóri á fyritøkuni Hvalur, sum hevur veitt hval síðani 1948.

Innslagið snýr seg í stóran mun um Sea Shepherd aktivistarnar, og Kristján Loftsson skírir danska journalistin fyri at vera í teirra parti.

Lítið brot úr sendingini sæst omanfyri.

Síggj sendingina her (23 min)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder