Mentan

Video: Polkatónleikur og lederhosen í føroysku fjøllunum

Neytini savnaðust kring Die Færøsche Polkaband, tá tey gjørdu musikkvideo, sum kann síggjast her

(Mynd: Barbara Lervig)

(Mynd: Barbara Lervig)

2019-06-14 14:14 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

“Týskar klumpar og franska sós” var íblásturin, tá Die Færøsche Polkaband fór undir viedolag, ið er klárt í dag. Die Færøsche polkaband er messingbólkur, ið leggur seg eftir at spæla undirhaldstónleik. Videolagið kann síggjast niðanfyri. 

Í fjør tók Die Færøsche Polkaband tvey løg upp í Studio Blokk. Fyrsta lagið, sum var serlig útgáva av veistlulagnum Vandringsmenn, varð gjørt saman við Finnur Koba, og tað varð spælt dúgliga í útvarpinum um jólini. Men nýggja lagið er føroyskt lag, sum tveir leikarir í bólkinum sjálvur hava gjørt. 

Barbara Lervig hevur staðið fyri videoframleiðsluni. Hon hevur fingið hjálp frá Æsu Tróndardóttir Frýdal og Ásu Winther Poulsen. 

Tað eru Tróndur Herason Olsen og Johan Hentze, sum hava skrivað lagið. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder