Fyrr í vetur slapp Gutti Eliasen at brúka nógvar tímar saman við síni stóru fyrimynd, sangaranum Rasmus Seebach.
Millum nógvar fjepparar var Gutti valdur út at vera boðin til Danmarkar at hitta og vera saman við Rasmus Seebach ein heilan fyrrapart. Teir báðir ótu lekran morgunmat, gjørdu pitsa, í biograf til Toy Story 4 og í Tivolo.
Hetta var ein heilt serligur dagur, sum eg ongantíð gloymi. Og hóast Gutti er fjeppari av mær, so kann eg siga at eg eri uppaftur størri fjeppari av Gutti, sigur Rasmus Seebach í videobrotinum, sum hann hevur lagt á sína Facebook síðu.
Síggj videobrotið omanfyri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald