Nú er fjølvirðislønti marglistamaðurin SILVURDRONGUR aftur upp á spæl.
Hesuferð er tað við nýggja staklagnum GAY ER THE NEW STRAIGHT, sum er tað
mest popputa og fangandi, sum bólkurin higartil hevur útgivið. Lagið er ein
satirisk og sjálvironisk viðmerking til modernaða samfelagið og samstundis ein
hjartalig kærleikskvøða mitt í dagsins kloyvda politiska heimshuglagi.
Tað er multiinstrumentalisturin og tónaskaldið Per I. Højgaard Petersen, sum
hevur upptikið og framleitt sangin, ið Silvurdrongur síðan hevur gjørt orð og lag
til. Vokalurin er upptikin á Støkumørk hjá Jens L. Thomsen, sum eisini hevur
ljóðblandað lagið.
Sjónbandið er eitt savn av gomlum filmsupptøkum úr Havnini, sum
Silvurdrongur hevur klipt saman í samspæli við - og í andsøgn til - tematikkin í
sanginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald