Mentan

Video: Spennandi at tveir føroyingar eru í finaluni

- Eg haldi tað er fantastiskt, at tveir føroyingar eru í finaluni, og eri spent uppá hvat tey koma við, sigur Kwamie Liv sum er mentor hjá Tinu Mellemgaard

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2022-04-02 09:25 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var sjálvsagt ein fegin Kwamie Liv, sum Portalurin hitti eftir X Factor hálvfinaluna í gjárkvøldið.

Hennara luttakari, Tina Mellemgaard, er komin til finaluna. Kári Fossdalsá er kom eisini í finaluna, og sostatt eru tveir av trimum finalistum føroyingar.

Hetta heldur Kwamie Liv verða spennandi, og hon er spent uppá hvat fer at henda næsta fríggjadag tá finalan verður.

Eisini sigur hon, at hon ætlar sær til Føroya. Møguliga saman við Tinu og Kára.

Sí samrøðuna omanfyri.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder