2019-02-18 19:45
Tað er ikki hissini heiður Koks og høvuðskokkurin á matstovuni við Gjónna, Poul Andrias Ziska fær í Århus í kvøld.
Fyri løtu síðani var kunngjørt, at Koks fær heilar tvær Michelinstjørnur umframt at 28 ára gamli Poul Andrias Ziska fær heiðurin sum besti ungi kokkur. Hetta er fyrstu ferð, at ein kokkur í norðurlondum fær hendan heiðurin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald