2018-08-30 23:19
Tá Postverkið var yvirtikið 1. apríl í 1976. Filmur hjá Henry Fjallstein.
Henry fangaði løtuna tá Dannebrog var tikið niður á seinasta sinni, og Merkið á fyrsta sinni var vundið á stong uttanfyri posthúsið á Vaglinum í Havn. Postmennirnir vóru tá uttan búna (uniform), og teir møtu til arbeiðis í skipstroyggjum.
Vit síggja eisini løtuna tá viðskiftafólk streymaðu inn á posthúsið at keypa føroyskar fyrstadagsbjálvar og frímerki.
Tað er Heri Simonsen, sum hevur lagt upptøkuna á netið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald