2018-09-12 17:52
![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Tað var nær við, at Teistin tók við land í Skopunarfirði, tá strandfaraskipið fekk maskinbrek á middegi. Skipið rak fyri vág og vind, var nær Hesti fyrstu løtuna. Síðani rak skipið eystur gjøgnum fjørðin.
Á AIS-myndunum, sum Vikmar hevur lagt á netið sæst, at bjargingarbáturin Lív og sjóbjaringarskipið Brimil vóru skjót á staðnum.
35 fólk vóru umborð, og tey fáa kreppuhjálp í boðið, segði Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, við útvarpið seinnapartin.
Teistin er nú aftur í sigling og siglir sambært ferðaætlanini.
Mynd: Sverri Egholm
Mynd: Sverri Egholm
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald