(Upptøka frá seinasta fríggjakvøldi: B68)
Tað er í kvøld klokkan 19 at slagið skal standa. Kári Fossdalsá og Tina Mellemgaard skulu í kvøld framføra heili tvey løg í X Factor-hálvfinaluni og spenningurin er í hásæti.
Á Svangaskarði á Toftum vóru eini 100 børn og vaksin savnaði seinasta fríggjakvøld og sóu Kára Fossdalsá óvæntað koma víðari sum tann fyrsti. Aftur í kvøld bjóðar B68 fólki at koma at hyggja eftir X Factior á stórskíggja og stuðla bygdamanninum.
Nevnt verður, at kommunan hevur keypt stóra X Factor kaku til høvið.
X Factor verður sent á danska TV2 klokkan 19.
Les eisini: Alt er upp til hyggjaran
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald